Home       Goals       Download       Documentation       Support Us       Development       Job Openings       Webstore       Patrons       Contact us / Enlist      

 

Differences

This shows you the differences between two versions of the page.

Link to this comparison view

scifi_for_open_source [2012/03/30 01:32] (current)
Line 1: Line 1:
 +====== Transcript Dimmalætting 16 Dec. 2004. ======
  
 +Science Fiction til vælgerandi endamál
 +
 +Hilmar Simonsen - email: hilmar(You know what to put here)dimma.fo
 +Hósdagur 16. desember, kl. 11.32
 +242/242 - Heimatíðindi
 +
 + [[http://einarpetersen.com/doku.php?id=walter_kraft_and_the_alien_menace|»Walter Kraft and the Alien Menace«]] er navnið á einari teldutøkari science fiction útgávu, útgivin av teldusnillinginum Einar Petersen. Talan er um eina bók, sum er ætlað at lesa á telduni.
 +
 +- Ætlanin við hesari útgávuni, tann fyrsta í einari røð av bæði stuttsøgum eins og skaldsøgum, er at stuðla arbeiðinum hjá The Global Ability Initiative (http://globability.org), sigur Einar Petersen.
 +
 +The Global Ability Initiative er navnið á einum felagskapi, ella einari rørslu, ið arbeiðir við at betra um korini hjá fólki við breki. Málið hjá felagskapinum er at menna telduforrit til fólk, sum av eini hvørjari orsøk eru tarnað í at samskifta við umheimin á vanligan hátt.
 +
 +- Tað serliga við útgávuni »Walter Kraft and the Alien Menace« er, at hetta er ein sokallað eBók, sigur hann.
 +
 +Hetta merkir, at lesarin kann lesa bókina á telduni, men sjálvandi ber eisini til at prenta tilfarið, um lesarin heldur vil hava pappír millum fingrarnar.
 +
 +Einar Petersen sigur, at inntøkunar frá søluni verða lætnar The Global Ability Initiative til at skapa betri kor fyri teirra arbeiði við at framleiða ókeypis Open Source forrit til tey brekaðu.
 +
 +Einar Petersen vónar, at væl verður tikið ímóti útgávuni.
 +
 +Til ber at lesa meiri um útgávuna »Walter Kraft and the Alien Menace« á alnótini á http://one4charity.com/page2.htm.
 +
 +Fakta um Open Source
 +Open Source vil siga, at kelduteksturin til forritini liggur opin á alnótini, so at ein og hvør við áhuga og kunnleika til telduforritan frítt kann lesa keldutekstin og koma við rættingum og hugskotum til at betra og menna forritið.
 +
 +© Dimmalætting - used with permission. 
scifi_for_open_source.txt · Last modified: 2012/03/30 01:32 (external edit)
 
Recent changes RSS feed Donate Powered by PHP Valid XHTML 1.0 Valid CSS Driven by DokuWiki



The contents of this site, i.e. texts, programs and images, but not limited to these, belongs to their respective owners and are protected under international copyright treaties according to individual licensing.

Please make sure you familiarize yourself with the appropriate permissions / licenses and follow these individually before using anything you find on this site.

The Global Ability Initiative is a Non Profit venture dedicated to the development of gratis, open source software for the disabled, the sick and the needy - We aim to provide assistive software to a wide variety of people, suffering for example from Aphasia, MS, ALS, Cerebral Palsy and other disabilities as well as pushing initiatives in the field of ECG monitoring.

With reservation for changes and errors.